Grein úr Fótbóltsblaðnum 2022
FSF: Aftur í ár er nógv útskifting hjá árstalsfelagnum í Havn. Nógvir leikarar eru farnir, meðan aðrir eru komnir til. Og tí er B36 aftur har, sum teir vóru tá kappingin í fjør byrjaði – eitt nýtt lið skal byggjast upp.
Ein av teimum, sum veruliga fekk sítt gjøgnumbrot á B36 liðnum í fjør, er Martin Agnarsson, ið aftur í ár er partur av hópinum.
– Tað hevur altíð verið ein dreymur hjá mær at spæla fyri besta liðið hjá B36. Eg fekk nógvar minuttir á vøllinum í fjør, og tað var stuttligt og mennandi fyri meg sum leikara, sigur Martin, sum ásannar, at stóra útskiftingin í hópinum ger, at teir nú aftur mugu byrja av nýggjum.
– Vit høvdu eitt projekt í fjør, sum vit ætlaðu at byggja á aftur í ár, men tað verður torført. Vit byrja faktiskt av nýggjum. Fleiri ungir leikarar eru komnir við í hópin, og vit hava eisini fingið annan styrk. Eg eri vísur í, at hópurin er nóg breiður til, at vit nokk skulu standa okkum væl.
Serligt at spæla saman við beiggjanum
Ein av teimum, sum ikki longur er partur av hópinum hjá hvítklædda liðnum í Gundadali, er beiggi Martin, Hannes Agnarsson, ið var ein av lyklaleikarunum hjá B36, og sum í fjør eisini var partur av landsliðnum. Fyri yngra beiggjan var tað serstakt, at sleppa at spæla saman við eldra beiggjanum.
– Tað var sjálvandi undarligt at spæla saman við honum, tí eg havi altíð hugt at, meðan hann hevur spælt. Men eg eri glaður fyri at eg fekk møguleikan, sigur 18 ára gamli Hannes Agnarsson, sum væl veit, at hann skal leggja afturat sínum spæli fyri at fylla skógvarnar hjá eldra beiggjanum.
– Mínar styrkir eru at dribla og eg havi góðan bóltførleika, men tað skal eg eisini gerast betri til. Tað er eisini annað í mínum spæli, sum skal gerast betri. Í fjør fekk eg bara tvey mál, hóast eg var við í nærum øllum dystunum. Í ár ætli eg mær at skora í minsta lagið fimm mál. Eg ætli mær at ‘steppa-up’, og so skal tað síðsta í mínum spæli gerast betri.
Evropa er pallurin at vísa seg fram
Í ár skal B36 aftur spæla evropeiskan fótbólt. Steypasigurin gjørdi, at teir hvítu og svørtu nú kunnu fyrireika seg til eitt summar við luttøku í UEFA Conference League. Nakað, ið Martin gleðir seg nógv til.
– Hetta verður helst tann størsta broytingin hjá mær í ár. Tað eru nógv eygu, sum fylgja við, og um man ætlar at vísa seg fram, so er hetta avgjørt pallurin at gera tað á.
At Martin Agnarsson vil vísa seg fram á einum slíkum palli er ikki uttan orsøk.
– Eg vil sleppa at liva av fótbólti. Men nú má tíðin vísa, nær tað verður, sigur fryntliga B36’arin at enda.
Fótbóltsblaðið 2022 fæst ókeypis á øllum EFFO-støðunum kring landið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo