BankNordik Markets Update: Fyrra hálvárið í 2023 hevur, eins og 2022, verið merkt av høgari inflatión, hækkingum í leiðandi tjóðbankarentum og krígnum í Ukraina.
Eisini hava fleiri roknað við, at ein búskaparlig afturgongd fór at raka í fyrru hálvu av 2023.
Hóast hesar avbjóðingar hava avkast tó verið positiv, serliga á partabrævamarknaðum, og orsakirnar til hetta eru millum annað, at búskapargongdin hevur verið betri enn væntað, høga inflatiónin hevur verið fallandi, og bjartskygni um teir fyrimunir, sum kunnu vinnast burturúr vitlíki (AI).
Sjálvt um búskapir hava klárað seg betur enn væntað í fyrra hálvári, hava tað eisini verið avbjóðingar.
Í mars mánaði vóru vit vitni til eina stutta bankakreppu í USA og Evropa, sum í stóran mun var ein avleiðing av høgu rentunum.
Kreppan bar við sær, at virksemið hjá Silicon Valley Bank í USA varð yvirtikið av amerikansku myndugleikunum, og at virksemið hjá evropeiska bankanum, Credit Suisse, varð yvirtikið av UBS.
Órógv í bankageiranum skapti ótta fyri teimum árinunum, sum kreppan kundi koma at hava á aðrar geirar.
Myndugleikarnir bóru tó skjótt at fyri at tálma spjaðing av vaksandi avbjóðingunum.
Síðani hevur marknaðurin rættað seg aftur, og positiva gongdin í byrjanini av árinum er hildin fram.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo