Navnið Mark Rutte, sum í dag er virkandi forsætisráðharri í Niðurlondum, verður alsamt oftari nevnt í samband við hvør skal avloysa Jens Stoltenberg sum Nato aðalskrivari, tá hesin fer frá í heyst eftir 10 ár í starvinum.
USA, Frakland, Stórabretland og Týskland stuðla niðurlendinginum, men neyðugt er við semju ímillum øll tey 31 Nato londini.
Sambært ónevndum keldum, so hava higartil umleið 20 av londunum sagt seg sinnað at stuðla Mark Rutte, skriva fleiri miðlar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo