Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókhandlarafelag Føroya skrivaði í oktober 2014 út eina kapping um at skriva eina samtíðarskaldsøgu.

Umframt at skaldsøgan skuldi vera úr samtíðini, skuldi hon vera til vaksin og minst hava 300 000 tekn.

Ein dómsnevnd var sett at lesa og viðgera skaldsøguhandritini. Í henni vóru Bergur Djurhuus Hansen, Bergljót av Skarði, Eilen Anthoniussen, Pætur Marjunason Dahl og Marna Jacobsen.

Sjey handrit komu inn, og dómsnevndin valdi handritið Óendaliga vera eftir Marjuna S. Kjelnæs sum vinnara.

Grundgevingin fyri valinum var:

Skaldsøgan flytur seg hegnisliga millum samtíð og fortíð i lýsingum av hendingum og persónum í Havn og á bygd í 20. øld og á okkara døgum.

Sjónarhornið er í tveimum. Lesarin fylgir bæði gomlu, afasi-sjúku Veru, sum liggur á røktarheimi og einki fær sagt, hóast hon er full í orðum og hevur nógv upp á hjarta, og unga leoni, sum stríðist við seg sjálvan og sína fortíð og hevur Veru at spyrja til ráðs og líta á.

Persónslýsingarnar eru sterkar, og myndamálið er neyvt og beinrakið. Samtíð og fortíð, trupulleikar og spurningar hjá fleiri ættarliðum, renna saman í eina heilskapaða og hugfangandi søgu um svik, tøgn, longsil og kærleika.

Vinnarin fær 50.000 kr og ein útgávusáttmála við Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo