Svar upp á á § 52a fyrispurning nr. 52-125/2023 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um framtíðina hjá maritimu útbúgvingunum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu hevur gongdin verið við talinum av útbúnum frá maritimu útbúgvingunum í Føroyum býtt á útbúgving og ár frá 2013 til í dag?
2. Hvørjar orsakir metir landsstýrismaðurin vera til hesa gongdina?
3. Metir landsstýrismaðurin hesa gongd vera nøktandi?
4. Hvussu sær landsstýrismaðurin fyri sær, at leikluturin hjá útbúgvingum við tilknýti til sjógvin í Føroyum skal vera í framtíðini?
Svar
Til 1: Samlaða talið av útbúnum frá maritima økinum hevur ligið innan maskinmeistarar frá 8 (í 2007) og upp til 35 (í 2011), maskinistar frá 5 (í 2008 ) upp til 19 (í 2023), skipsførarar frá 5 (í 2009) upp til 39 (í 2015), skiparar frá 12 (í 2005 ) upp til 62 (í 2013), heimaskiparar ávikavist 19 og 30 í árunum 2003 og 2004, og eftirfylgjandi 0, og skipsatstøðarar frá 6 (í 2023) upp til 20 (í 2016) Viðmerkjast skal, at tølini fyri skipsatstøðarar bert fyriliggja frá 2015 til í dag.
Til 2: Tað eru uttan iva fleiri ymiskar orsøkir til, hví næmingar velja eina ávísa útbúgving. Samfelagið broytist, áhugin hjá fólki broytist, og vinnan broytist somuleiðis. Hetta ávirkar eisini tilgongdina. Í mun til gongdina er neyðugt at vísa á, at talan er í løtuni um tríggjar høvuðsbólkar av útbúgvingum:
• Maskinmeistaraútbúgvingin hevur søguliga høga tilgongd í løtuni. Flokkarnir hava verið fullteknaðir tvær tær seinastu ferðirnar. Góða tilgongdin sær út til at halda áfram. Orsøkin er millum annað, at grundarlagið er í lagi. Tilgongdin til yrkisútbúgvingarnar er søguliga høg, og tað er sjónligt, at tey ungu fara í handverkaralæru fyri síðani at lesa víðari til maskinmeistara.
• Tilgongdin til navigatørútbúgvingarnar er ikki eins góð í løtuni. Her er eisini vert at nevna, at fyri eini 20 árum síðan var tilgongdin til navigatørútbúgvingarnar eisini lág. Tá var millum annað upptøkukravið um siglingartíð lækkað niður í helvt, og tilgongdin hækkaði aftur. Gongdin hevur nakað við sokallaðu “føðiketuna” at gera. Fyrr fóru nógv ung til skips aftaná lokna skúlagongd, og hesi fóru síðan á sjóvinnuskúla. Í dag manna alsamt fleiri útlendingar føroysku fiski- og farmaskipini. Um henda gongdin heldur áfram, kann hugsast, at talið á navigatørlesandi við siglingartíð kemur at standa í stað ella lækkar komandi árini.
• Tilgongdin til útbúgving sum skipsatstøðingur hevur verið lág okkurt árið. Men tað tykist sum at skipsatstøðaraútbúgvingin er við at fáa viðurkenning, nakað sum sæst á uppkvinkandi umsøkjaratølum í ár.
Til 3: Sum nevnt, er sjóvinnan okkara høvðusvinna, og tað hevur stóran týdning, at vit hava eitt væl útbúgvið fólk á sjóvinnuøkinum. Tíðirnar broytast og vinnan broytist, so vit mugu støðugt gera neyðugu tillagingarnar í útbúgvingunum.
Til 4: Á maritimu útbúgvingarráðstevnu, ið var hildin 6. mars 2024, var breið umboðan úr vinnuni, fakfeløgum og útlendskum fyrilestrarhaldarum hjástødd. Har kom m.a. fram, hvussu vinnan broytist, og har vóru eisini ymiskar loysnir nevndar fyri støðugt at hava eitt væl útbúgvið fólk á sjóvinnuøkinum. Millum annað var víst á, at shipping- og logistikkvinnan er í vøkstri, og tørvurin á væl útbúnum fólki er stórur.
Maritima Útbúgvingarráðið, sum sambært lóg um útbúgving av manning á skipum, skal veita landsstýrismanninum ráðgeving innan maritimar útbúgvingar, kom aftaná ráðstevnuna við einum tilmæli. Har var millum annað sagt:
• Sjóvinna eigur at fylla meira í lærugreinunum í skúlaskipanini – bæði innan fólkaskúla, miðnám og hægri útbúgving
• Útbúgving innan sjóvinnu eigur at verða stovnað á miðnámi, yrkisnámi og hægri útbúgving stovnað innan shipping og logistikk
• Allir fólkaskúlarnæmingar í framhaldsdeildini skulu hava góða atgongd til trygdarskeið
• Praktikk innan sjóvinnu skal fylla meira í fólkaskúla, miðnámi og hægri lærustovnum
• Víðari lestur frá verandi maritimu útbúgvingunum skal raðfestast, og verandi útbúgvingar skulu verða førleikagevandi til víðari lestur. Ongin skal enda í eini blindgøtu.
• Betri atkoma skal vera til aspirant útbúgvingarnar
Fyri at fremja hetta í verki og gagnnýta møguleikarnar innan sjóvinnuna, er neyðugt at vinna, fakfeløg og útbúgvingarskipanin taka lógvatak og lyfta uppgávuna í felag.
Í hesum sambandi kann nevnast, at ein arbeiðsbólkur, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sett við umboðan úr vinnu, fakfeløgum og útbúgvingarskipanini, arbeiðir við at endurskoða aspirantskipanirnar. Ein annar arbeiðsbólkur arbeiðir við at endurskoða og broyta útbúgvingina til skipsatstøðara og gera ein styttri útbúgvingarleist fyri tey, sum ynskja at vera dekkarar.
Arbeiðsbólkarnir leggja í hesum døgum síðstu hond á tilmælini.
Ynskið er, at hesi tiltøk - saman við øðrum tiltøkum - kunnu betra um útbúgvingarskipanina á maritima økinum og vónandi økja eisini um tilgongdina. Ynskið er, at Føroyar framhaldandi kann vera ein av fremstu tjóðum innan sjóvinnu.
Harumframt er ætlanin at fara í holt við at kanna, hvussu vit í størri mun kunnu fáa maritima økið eisini at vera part av miðnámsútbúgvingunum – her kundi talan t.d. verið um tað, sum vit kenna úr Danmark sum “HF i søfart”.
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo