Føroya einasti kvinnuligi løgmaður nakrantíð, Marita Petersen, sála, verður við á málningi í fólkatinginum sum skal heiðra 30 kvinnum sum allar hava havt týdning fyri okkara fólkaræði síðani 1915.
Málningurin skal hanga í Samrøðurúminum, sum er eitt av fínastu rúmunum á Christiansborg, skrivar TV2.
Málningurin skal hanga á øðrum endavegginum í rúminum. Á hinum hongur málningur av 30 monnum, sum í 1915 fyrireikaðu tær broytingarnar í grundlógini sum gjørdu, at kvinnur kunnu atkvøða.
Tríggir listamenn eru bodnir at gera uppskot til málningin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo