![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/0/f/csm_Haldorsvik_58bb6e0dd4.jpg)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/0/f/csm_Haldorsvik_58bb6e0dd4.jpg)
Sunda kommuna: Týsdagin 19. september frá kl.15.00-18.00 letur Marine Harvest dyrnar upp á virkinum í Haldórsvík.
Teir bjóða øllum at koma ein túr at vitja. Til ber at sleppa við alibáti út á aliringarnar og eisini bjóða teir brellbitar og okkurt leskandi. Heiti potturin verður tendraður.
Veðrið er sera gott í dag, so hetta er gylt høvið hjá fólkið at koma ein túr til Haldórsvíkar og sleppa at síggja virkið og njóta góða matin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo