Maria Mørkøre letur upp málningaframsýning í Ribarhúsi leygardagin, 3.11 kl 16:00. Framsýningin hongur uppi til hósdagin 29. novembur.
Maria Mørkøre er fødd 1967 í Klaksvík. Hevur gingið á Listaskúla í Hillerød 1996-98. Hon livir av at mála málningar og undirvísir eisini í myndlist.
Hon hevur verið við á fleiri felags framsýningum, t. d á Ólavsøkuframsýningum og havt fleiri einsæris sýningar. Íblásturin kemur úr nátúruni, úr bygdaløgum og menniskjum.
Ein inn og útsúgur í litum, ið vitjar aftur til impressionismuna.
Hon letur eisini skapini í ein ekspressivan listaligan dám, ið ruggar í yndisligum bygdaumhvørvi bæði í fríum lofti og á dyrgingarferðum millum litríkar vindar, sum er ein frøi fyri eygað at sjá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo