Eftir tíggju ár sum Ajax-stjóri gevst fyrrverandi stórleikarin Mark Overmars fyri atburð móti kvinnuligum starvsfeløgum «ið fer longur enn tað sømir seg.»
Boðini Overmars hevur sent eru yvir eitt langt tíðarskeið, skrivar Ajax í tíðindaskrivi. Overmars gevst tí beinanvegin.
– Eg skammist, sigur Marc Overmars í tíðindaskrivinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo