Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Hósdagin fær Tórshavnar Manskór vitjan av sveisiska manskórinum Männerstimmen Basel, og í tí sambandi verður skipað fyri konsert við báðum kórunum í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 6. mai, klokkan 19.30.

Männerstimmen Basel kemur higar á veg til Reykjavíkar, har kórið, eins og Tórshavnar Manskór, skal vera við í kórfestivalinum, sum verður hildin í samband við at íslendska manskórið Fostbræður verður 100 ár í ár.

Sveisiska kórið valdi at steðga her á leiðini til Íslands, og í tí sambandi verður skipað fyri trimum konsertum við kórinum. Tann fyrsta verður saman við Tórshavnar Manskóri í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, tann næsta í Christianskirkjuni í Klaksvík leygarkvøldið klokkan 19 og tann triðja í Nólsoyar kirkju sunnudagin klokkan 16.

Hóast Männerstimmen Basel, sum er undir leiðslu av Oliver Rudin, bæði so og so er eitt ungt kór; tað varð stovnað í 2008 og teir 32 sangararnir eru í aldrinum 19 til 35 ár; er talan um ein sera dugnaligan hóp av sangarum, sum hevur drúgvar royndir og sum hevur verið við í fleiri altjóða kórstevnum. Úrslitini hava eisini verið heilt framúr má sigast, tí kórið hevur vunnið fleiri altjóða virðislønir. Millum annað vann kórið gullheiðursmerkið á olympiska kórfestivalinum í Cincinnati í 2012 og í Riga í 2014. Eisini var Männerstimmen Basel kosið besta manskór á kórstevnuni í Montreux í heimlandinum í 2012 og í 2011 fekk kórið eina serliga virðisløn á einari kórstevnu í Írlandi. Og í fjør var kórið kosið besta kór við færri enn 40 sangarum á kórstevnuni í Cornwall og besta manskór á stevnuni.

Tað er tí eitt sera spennandi og dugnaligt kór, sum kemur at vitja Tórshavnar Manskór, áðrenn kósin verður sett móti Íslandi við Norrønu seinnapartin mánadagin.

Tórshavnar Manskór er eitt gamalt kór, tá samanborið verður við unga kórið úr Basel. Manskórið í høvuðsstaðnum varð stovnað av Bjarna Restorff og Kára av Reyni í 1986, og hevur tí 30 ár á baki í ár. Áhugin at syngja við kórinum er stórur, og kórið telur í løtuni millum 40 og 50 mans.

Tórshavnar Manskór, sum er undir leiðslu av Bjarna Restorff og Kára Bæk, hevur regluligar framførslur bæði her heima og uttanlands, og í ár liggur leiðin til Íslands at vera við til stóru kórstevnuna í Reykjavík í næstu viku. Umframt at vera við á sjálvari stevnuni í Hørpu, skal kórið eisini hava eina framførslu í Aðaldali á veg av Seyðisfirði til Reykjavíkar og eina í Kaldarlón í Hørpu fríggjakvøldið. Henda seinna konsertin er serliga ætlað at geva føroyingum, sum búgva í Íslandi, høvi til at hoyra Tórshavnar Manskór.

Men áðrenn tað verður so høvið hjá áhoyrarum at hoyra Tórshavnar Manskór - og Männerstimmen Basel - í Norðurlandahúsinum, og verður tað fríggjakvøldið 6. mai, klokkan 19.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo