Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri at útihýsa kanska frægasta politikara flokksins, Anniku Olsen, sum er ein skilakvinna, so rýmdu tveir mans, tvey landsstýrisumboð úr landsstýrinum, samstundis sum fíggjarmálaráðharrin fekk sparki.

Tvær avgerandi avgerðir, har hesin flokkur vísti sítt politiska andlit.

Nú var ein gyltur møguleiki at seta eina kvinnu í landsstýrið, men ístaðin fyri vóru tríggir menn settir aftur í Tinganes. 

At formaðurin kann koma sær at siga, at tað var í besta forstáilsi við hana, at hon bleiv tveitt út í politiska kuldan fyri aðru ferð, er óskiljandi.

Har afturat hevur hesin kvinnuligi politikkarin kent seg so kúgaða í hesum mannfólkaflokki, at hon eitt tíðarskeið meldaði seg úr flokkinum.

Arrogansan hjá formanninum er ikki til at skilja.

Tá ein veljari flokksins í andglettinum her fyri segði seg óttast kós flokksins í javnstøðumálum, svaraði hann at tað skuldi hon ikki taka so tungt, tí listin kom at verða broyttur til komandi løgtingsval.

Eingin politiskur flokkur við virðing fyri sínum veljarum hevði taktiskt funnið uppá, ei heldur gjørt hetta til veruleika.

Tað er fyri tað fyrsta eitt veldugt sjálvmál, samstundis sum tað er ein niðurgering og háan av kvinnuni, eins og stóru veljarafjøldini av kvinnum ið hava valrætt til Fólkatingsvalið um tvær vikur.

Henda avgerð er ein arroganca út um alt mark. Eins og tað vísur ein formann ið als onga virðing hevur fyri sínum veljarum.

Tí at kroysta tann frægasta politikkaran  út í politiska kuldan, tað er ikki bert ein háan í móti hesum kvinnuliga løgtingsumboði fólkaflokksins.

Tað er samstundis niðurgerðing av nærum helvtini av veljarafjøldini ið eru kvinnur.

Var tað ikki Paulus sum fyri túsund av árum síðan segði, at kvinnurnar skulu tiga?

Vónandi fáa tær føroysku kvinnunar tann sóma og rætt tær hava uppiborið til komandi løgtingsval.

Frank Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo