Bárður á Lakjuni á Facebook: …og mangt skal man hoyra, áðrenn av dettur oyra. Yvirskriftin í hesi grein á in.fo (viðfesta myndin) er villleiðandi, og innihaldið hevur ein eitt sindur negativan løddan tóna í støðum. Løgið, tá havt verður í huga, at tað er ein av okkara fremstu journalistum og viðmerkjarum, ið skrivar. Allarhelst hevur hann misskilt okkurt.
Vit í Fólkaflokkinum eru fullkomiliga samd um, at kvinnan skal upp í málið á Tingi. Sum Elsebeth, floksfelagin, fleiri ferðir so inniliga hevur sagt, so er alneyðugt, at okkara døtur kenna seg aftur í starvsheitunum. Jú, tað endaði við, at fleiri okkara ikki atkvøddu fyri uppskotinum, men grundin var so absolut ikki tann, at vit ikki ynskja at fáa kvinnuna inn í skipanina, tvørturímóti!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo