Tann 20 ára gamla russiska Ariana selur sín moydóm til hægstbjóðandi, so hon fær pengar til lestur í útlandinum.
Ekstrablaðið skrivar, at lýsingin er løgd út á eina escort-heimasíðu, og byrjunarprísurin er 130.500 bretsk pund, sum svarar til 1.127.937,60 krónur.
Russiska daman vil fegin lesa til lækna.
- Eg ímyndi mær, at tað verður sera torført at flyta til eitt annað land. Tað er tí eg vil hava tað fíggjarligu byrðuna av vegnum, so eg fái hugsavnað meg um at lesa til lækna, sigur Ariana við Mirror.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo