Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Modellið ICES og Havstovan brúka til at rokna støddina av einum árgangi av toski er einfalt. Havstovan tekur nógvar stikkprøvar tá avreitt verður. Teir telja, viga og aldursgreina og ganga so upp til avreidda vekt.

Ein útrokning av einum árgangi sær tí út, sum hendan talvan.

##med2##

Tað eru bara ein variabul faktorur og ein konstantur faktorur í roknistykkinum.

Útrokningin tekur ikki hædd fyri, hvussu nógv skip og bátar eru í vinnu og heldur ikki, at bestu fiskileiðir eru stongdar.

Næsta talvan vísur okkum, hví hesin háttur sannlíkt gevur eitt misvísandi úrslit.

##med3##

Tølini fyri 1998 til 2014, við tølum frá Vørn, vísa, at metingin av toskastovninum hjá Havstovuni og ICES er ivasom.

Tá nógv færri bátar og skip fiska, minkar veiðan tilsvarandi. Talvan vísur enntá, at samsvar er millum brúktar dagar og veiðu. Til ber eisini at rokna, við rímiligari vissu, hvussu nógvur toskur hevði verið fiskaður, um tað vóru eins nógv skip og bátar, sum tað vóru fyri 20 árum síðan. Eg og Óli M Lassen roknaðu leysliga, at í staðin fyri 5-7.000 tons høvdu vit fiska 20.000 tons.

Samanbering av fyrra hálvári 2019 við fyrra hálvár 2002/2003 vísur, at avreiðing pr. bát pr. dag var dupult so stór í 2019 sum í 2002 og 2003. Alt árið 2002 og 2003 avreiddu vit góð 37.000 tons av toski hvørt ár. Í 2019 avreiddu vit 20.246 tons. Línan fiskaði so nógv sum ongantíð áður. Trolarar fingu meira enn nakrantíð árini frammanundan. Men tað vóru nógv færri bátar í 2019. Hóast meira fisk enn nakar veit um, verður stovnurin útroknaður til at verða sera lítil.

Út frá hesum ber til at siga, at tað ikki er samsvar millum útroknaða stovnsstødd og nøgdina av toski á landgrunninum. Tað er orsøk at halda, at munurin er sera stórur.

Tað er ongin sum helst orsøk at halda, at formilin Havstovan og ICES brúka er egnaður til endamálið. Formilin er einfaldur og í prinsippinum gongur hann upp, líka mikið um tølini eru røtt ella skeiv. Ein feilur verður annuleraður av konstantinum fyri náttúrligan deyða, sum er ásettur at verða 20%. Formilin er tí bara ein uppteljing av veiddum fiski og onki annað.

Úrslitið av hesum er, at fleiri skip geva størri toskastovn og færri skip minni toskastovn. Tað er ikki tað fiskifrøðin sigur. Men matematikkin er greið. Lækkandi tal av fiskidøgum seinastu 25 árini viðførur, at útroknaði toskastovnurin minkar og minkar.

Hinvegin hevur “ránsveiðan” av makreli seinastu árini gjørt, at metingarnar av makrelstovninum eru hækkaðar rættuliga nógv.

Er skeivt roknað, kundu vit fiska væl meira, enn vit gera í dag. Grundgevingarnar fyri at stongja bestu fiskileiðirnar er eisini ivasamar.

Mín gransking vísur fyribils, at feilurin er 30.000 tons árliga, sum svarar til uml. 900 milliónir í útflutningsvirði.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo