Manchester United helt leingi eina 1-0-leiðslu eftir brotsspark hjá Juan Mata beint fyri hálvleik, men tvey sein mál hjá Marcus Rashford og Mason Greenwood góvu ein tryggan 3-0-sigur í Carabao Cup móti Luton.
Luton hevði ein góðan málmøguleika, tá ið 10 minuttir vóru eftir, men málmaðurin Dean Henderson framdi eina kanónbjarging.
VG skrivar at nú hevur Ole Gunnar Solskjær vunnið 50 av sínum 92 fyrstu dystunum sum United-venjari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo