![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/f/3/csm_BF_6a67f0a371.jpg)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/f/3/csm_BF_6a67f0a371.jpg)
Manchester United váttar at semja er fingin við Sporting um miðvallaleikaran Bruno Fernandes.
Tað skrivar heimasíðan hjá Manchester United.
Manchester United upplýsur at Fernandes verður Manchester United-leikari so skjótt formalitetirnir viðvíkjandi medisinsku testunum og semju um persónligar treytir er fingið upp á pláss.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo