Fleiri miðlar skriva at Manchester United kann tryggja sær niðurlendingin innan teir næstu 48 tímarnar.
Tað skrivar millum annað Sky Sports og fleiri stórar avísir í kvøld. Eisini fleiri spanskir journalistar skriva at Manchester United roynur at fáa eina avtalu við Donny van de Beek.
- Solskjær hevur fingið loyvi at gera fleiri samrøður við leikaran teir næst 48 tímarnar, skrivar millum annað The Mirror. Avísin skrivar at United er sinnað at keypa leikaran fyri 40 milliónir pund.
Donny Van de Beek would love to join Premier League and he’s waiting for an official bid after clubs have contacted his agents on last weeks. Ajax will let him leave if any club will match the price tag [around €40M]. #vandebeek #transfers #ajax
— Fabrizio Romano (@FabrizioRomano) August 29, 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo