Koronaútbrotið gav størstu feløgunum í Europa ein inntøkumiss í milliardklassanum síðstu sesong.
Tað vísur árliga yvirlitið hjá Deloittes.
Størsta tapið hevði Manchester United. Hetta komst bæði av at felagið ikki var við í Champions League og at alheimsfarsóttin tók nógv av inntøkunum frá sjónvarps-rættindum og søluni av atgongumerkjum.
Sambært yvirlitinum hjá Deloittes minkaðu inntøkurnar hjá Manchester United við 19 prosentum.
Hetta ger so at Manchester United dettur eitt pláss niður á listanum yvir feløg við størst inntøku, niður á eitt fjórða pláss.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo