VG skrivar at Sarri tveitti við fløskum og var í øðini inn á egna málverjan, reistist úr stólinum, men kom so aftur, eftir at málverjin Kepa Arrizbalaga noktaði at verða skiftur út seint í seinna eykaumfarinum á Wembley í Carabao Cup-finaluni.
Í brotsparks kappingini átti spaniólin at tikið skotið hjá Agüero, men tók skotið hjá Leroy Sane.
Tað hjálpti tó einki tá bæði Jorginho og David Luiz ikki fingu mál.
Dysturin endaði 4-3 til Manchester City.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo