Manchester City hevur kopierað eitt søguligt bragd: City er annað enska liðið sum vinnur tær tríggjar størstu kappingarnar í somu sesong.
Hitt liðið er Manchester United sum vann Premier League, FA-cuppin og Champions League í somu sesong og var tað í 1998/99-sesongini – við Ole Gunnar Solskjær sum matchvinnari í seinasta dystinum, skrivar VG.
Undan finaluni í kvøld snúði alt seg um Erling Braut Haaland og Kevin De Bruyne, men teir báðir gjørdu ikki tær stóru skreytirnar.
Haaland fekk ein møguleika í fyrra hálvleiki, meðan De Bruyne fór skaddur av vøllinum í 35. minutti.
Ístaðin gjørdist tað Rodri sum gjørdist stóra hetjan og matchvinnari við einum frálíkum máli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo