Mamma Aleksej Navalnyj, Ljudmila, hevur nú sæð líkið av soninum. Tað skrivar talskvinnan Kira Jarmysj á sosiala miðlinum X.
Hevur hevur tó ikki fingið líkið útflýggjað, verður sagt.
Í eini video - niðanfyri - ákærur mamman russisku myndugleikarnar fyri at royna at noyða hana at upplýsa nær og hvar jarðarferðin verður. Hon sigur russisku myndugleikarnar ynskja at jarðarferðin verður í tí stilla og uttan sorg, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo