Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góðu tit, sum vilja «verja» tykkara børn ímóti m.a. LGBT+ rørsluni og tiltøkum í Norðurlandahúsinum, pedofili og porno.

Eg eri eisini ein mamma, sum vil verja MÍTT barn, móti útsagnum sum javnan koma fram og skaða MÍTT barn.

Eg eigi ein drong, sum síðani 3 ára aldur vísti, at hann var øðrvísi, enn nøkur halda man skal vera. Hann spældi ikki sum drongir flest og eg ivist ikki í, at tað er viðføtt, tí hann var so ungur tá tað byrjaði. Havi síðani vart hann ímóti happing, móti fólki sum rópa eftir honum á gøtuni og sum hava brúkt fysiskt vold móti honum á alljósum degi. Móti fólki sum halda, at homoseksualitetur er eitt mótafenomen, ið summi velja, fyri at provokera onnur. Móti fólki sum forbinda t.d. LGBT+ og Drag, við pedofili ella porno.

Tað vóru, um somu tíð sum hann var barn, onnur børn og ung í Føroyum, ið hann kundi havt speglað seg í. Tað vistu vit onki um. Ongin setti orð á hetta tá og tað gjørdi støðuna enn verri. Sum tannáringur ynskti hann ikki at liva, orsaka av happing og útifrysting. Tað var ómetaliga einsamalt.

Í dag er tíbetur meira opinleiki og upplýsing um ymiskleikar, og børn, ung og foreldur. LGBT+ persónar kenna seg vónandi minni einsamøll. Eg eri takksom fyri mín son, gleðist yvir tað hann hevur lært meg, eins og at hann nú elskar tann sum hann vil. Um eg kundi valt, vildi eg ikki, at hann var øðrvísi.

Góða mamma, pápi og politikari, sum úttala tykkum: Um pedofili, menn í kjólum, óndskap og LGBT+ rørsluna, ið fær ov nógva rúmd. Dømi: » ... ert tú føddur drongur, so skalt tú vera tað. Tí skal absolut onki barn, ella nakar vaksin fáa loyvi til at skifta kyn í Føroyum. Loyva vit hesum óhóskandi tiltøkum framat, so er NLH meira líkt einum barna pornoklubba, enn einum mentanarhúsi».

Góðu tit, ið fordøma LGBT+ og homoseksualitet, ella hava ætlanir um at lukkað mentanarstovnar niður og isolera okkum frá umverðini.

Tað er skilligt, at ein vil verja sítt barn mótvegis pedofili. Men DRAG er ikki pedofili, ella porno, hóast tað onkuntíð var ein pedofilur maður, sum var í kjóla.

Hugsa tær til, um tað var barn títt, ið skuldi skammast burtur! Ella, um tað var tú sjálv/ur, sum umframt at venja teg við, at tú vart øðrvísi, bleiv dømdur av umverðini! Hví halda tit tey eru so vandamikil?? Tað snýr seg um kærleika, um at elska eitt annað menniskja.

Avleiðingar av fordøming hava longu havt fatalar fylgir fyri fleiri og tað eru fólk sum hava tikið sítt egna lív.

Vandið tykkum um orðini, sum børn tykkara taka við sær og brúka víðari.

Tí annars eru tit líka farlig, sum tit halda at mítt barn er.

Nakrir minnilutar
Tað er brúk fyri at avdramatisera DRAG fenomenið.

DRAG byrjaði nevniliga upprunaliga í Shakespeare tíðini, umleið 1600 talinum TÍ AT KVINNUR IKKI HØVDU LOYVI AT SPÆLA SJÓNLEIK. Sostatt lótu menn seg í kvinnuklæðir, fyri at spæla kvinnuleiklutir. Ja, so vandamikið er tað! DRAG er í dag ein viðurkendur kunstformur, sum heiðrar tað at pynta seg. Fyri summi er tað ein partur av seksualitetinum, eins og at t.d. skógvar eru tað fyri onnur. Tað merkir neyvan, at øll sum ganga í skóm, ella kvinnuklæðum, skulu úthýsast. Kvinnur luttaka eisini í hesum kunstformi, ikki einans menn.

Queer setur m.a. spurnartekin um ein ávísur seksualitetur er meira vanligur enn aðrir.

Homoseksualitetur er mest sannlíkt lívfrøðiliga íborðið. Sjálvt í djóraverðini eru tað djór av sama kyni, ið halda saman. Lívfrøðin hevur soleiðis týðiliga nógvar ymiskar variatiónir, m.a. Interkøn.

Viðføtt tvíkyn/interkøn: Umleið 0,01 % ella fleiri, eru fødd við tveimum fysiskum kynum.

Frágreiðing av netinum: ”Interkøn bruges om personer, der har kønstræk, herund er kønsorganerkønskirtler (dvs. æggestokke eller testikler) og kønskromosomer, som ikke passer ind i den gængse inddeling i han- og hunkøn. Begrebet dækker over en række forskellige naturligt forekommende kropslige variationer. Nogle tilfælde af interkønnethed er synlige ved fødslen, mens andre først bliver synlige ved puberteten eller kræver en kromosomanalyse for at blive opdaget”....”Før i tiden blev interkønnede børn opereret, så de fik et ”tydeligt” køn. Det gør man ikke længere, fordi man ikke kan vide, hvilket køn barnet selv vil opleve og udtrykke sig som”.

* Sí meira frágreiðing niðast.

Í samband við hetta, skal ein útsøgn úr grein hjá politikara takast við. Hann skrivar: 
«Tað verður mangan funnist at bíbilskum morali... djúpast sæð er hann bygdur á eina virðing fyri lívfrøðini».

Hetta hongur ikki heilt saman við fakta um lívfrøðina. Lívfrøðin føðir eisini fólk við t.d. tveimum fysiskum kynum. t.v.s. hvørki genta ella drongur, ofta bæði. Hvat vilja tit gera við tey? Skulu tey sleppa at skifta kyn, ella skulu tey vera hvørki genta ella drongur, um tey ynskja tað?  Eru tey góðtikin av bíbilskum morali, við virðing fyri lívfrøðini?

Sami politikari skrivar: «Tað er m.a. farið at snúgva seg so ótrúliga nógv um eg’ið, um meg og mín samleika, um sex og seksualitet, um kyn og ikki kyn. Ja, ein kann siga, at hesar rembingarnar meiri eru at líkna við eina veruliga kollvelting, tá tað kemur til samlív, samleika og kynsfatan.»

Háttvirdi politikari, nei, tað er ikki nýliga «farið» at snúgva seg um nakrar rembingar.
Tað hevur altíð verið soleiðis! Nøkur menniskju hava altíð følt seg øðrvísi, í mun til vanligu fatanina av kyni, ella sum skeivt kyn. Tey hava verið fordømd, forfylgd ella dripin, um tey stóu fram. Tað finnist ótal av lesnaði, ið prógvar hetta. Tíbetur eru ung fólk í dag djarvari, tí síggjast tey fleiri í nútíðini.

Minnilutar hava altíð havt brúk fyri felagsrørslum, at verja teirra rættindi. Annars høvdu vit enn mest havt hvítar, kristnar menn við valdið í heiminum. Tíbetur eru rættindi í dag fest við demokratiskari lóg, sum politikarar eiga at virða.

Limir í LGBT+ eru eisini limir í demokratinum. Tey berjast fyri javnrættindum, tí kampur skal ofta til fyri at vinna rættindi. Tá minnilutar fáa fleiri rættindi, heldur meirilutin seg missa makt, missa kontrol og tað er óbehagiligt. Meirilutin, sum altíð hevur maktina, eigur at brúka hana við varsemi.

UPPLÝSING MÁ TIL
Væntandi vita vit onnur ikki altíð, hvat liggur aftanfyri, at onkur vil broyta ella velja kyn, m.a. nevndu tvíkynd/ interkøn. Ja, onkur hevur valt skeift kyn einaferð (argument brúkt, á tingsins røðarapalli). Tað er ikki samsvarandi við, at øll velja skeift, ella at tey ikki eru til!

Tann sannroynd, at feilir henda, er enn størri orsøk til, at upplýsing má til. Eisini í Norðurlandahúsinum sum vit øll eiga. Upplýsing er eisini fyri tey sum ivast og sum finna útav, at tey IKKI eru t.d. homo. Alt er ikki greitt fyri einum menniskja frá føðing, man lærir seg sjálvan at kenna gjøgnum lívið. Regluverkið má lýsast væl, fyri at feilir ikki henda. Tað nyttar onki at leggja dýnu útyvir ymiskleikarnar. Tað kann viðføra enn fleiri syndarligar menniskjaligar lagnur.

-

Vildi allarhelst sloppið undan at skriva hetta skriv, men eg ynski at stuðla teimum foreldrum, børnum og ungdómum, sum sita við somu stúranum sum eg, tá mítt barn varð fordømt av umverðini. Tað er hop fyri framman, góðtak títt barn, ikki lata teg kúga. Tosað við títt barn sum er øðrvísi, teirra vinfólk og floksfelagir. Fortel teimum, at ikki øll fólk eru eins, og tað er í lagið. Soleiðis fyribyrgja vit vanlukkum, sum fylga við tabu.

Fari at enda við hesum inkluderandi orðunum, ið blivu lisin í morgunlestrinum hesa vikuna:

«Tú skal elska næsta tín sum sjálvan teg. Vit skulu varða um øll tey menniskju, sum hava tað torført í lívinum. Uttan mun til hvør tað er...»

Mamma, ið eisini vil verja sítt barn

*Upplýsing um kyn, frá www.sundhed.dk (almen heimasíða)
Kønnet har mange dimensioner

En persons køn har mange dimensioner og kan defineres både biologisk, psykologisk og socialt, og kulturelt. Således kan man tale om:

· Det kromosomale køn - er sammensætningen af kromosomer overvejende mandlig eller kvindelig?

· Det gonadale køn - har personen testikler eller æggestokke, eller begge dele?

· Det hormonale køn- hvilke typer kønshormoner producerer testikler/æggestokke?

· Det anatomiske køn - har personen et overvejende mandligt eller kvindeligt køn, fx når man vurderer penis, skede, bryster, brystbehåring mv.

· Det psykologiske køn - hvordan oplever personen sit eget køn og sin egen kønsidentitet?

· Det sociale køn - hvordan præsenterer personen sit køn i et samspil med andre mennesker? 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo