Sjónám: Fríggjadagin 3.september hevði Fischer Heinesen, stovnari skiparaskúlans í Klaksvík og hervið Sjónáms, fylt 120 ár.
Í hesum sambandi verður ein málning avdúkaður á Sjónámi, latin av Klaksvíkar Kommunu, sum Livar Nysted hevur málað.
Áðrenn Karl Johansen borgarstjóri avdúkingar málningin fer Fischer Johannesen at greiða frá um lívið hjá abbanum.
Okkurt leskiligt verður omaná og Pætur við Keldu spælir góðan tónleik afturvið og listamaðurin verður eisini til staðar.
Tiltakið byrjar kl.11 og øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo