Fríggjadagin 6. nov. kl. 15.00 letur Hilmar J. Højgaard upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Hilmar hevur havt fleiri framsýningar tey seinastu árini. Íblásturin til málningarnar fær hann serliga úr føroysku náttúruni og øllum tí, sum rørir seg har. Málningarnir, sum vera við á framsýningini, eru m.a. teir eyðkendu landskapsmálningarnir.
Framsýningin verður opin soleiðis:
Fríggjadagin 6. nov. Kl 14-18 er fernisering
Leygardagin 7. nov. kl. 11-18
Sunnudagin til týsdagin 8. - 10. nov. kl. 14-18.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo