Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

John Henry Nicholls liggur grivin í Vági eftir at skipið, hann var við, gekk burtur og hann var tann einasti sum varð funnin - druknaður.

- Vit eru sera fegin um at hava fingið hetta at vita, sigur abbadóttirin Christine Paris.

John Henry Nicholls liggur grivin í Vági eftir at skipið, hann var við, gekk burtur og hann var tann einasti sum varð funnin - druknaður.

- Vit eru sera fegin um at hava fingið hetta at vita, sigur abbadóttirin Christine Paris.

Ein familja í Bretlandi hevur nú fingið vissu fyri, hvar ein av forfedrunum, sum hevur verið horvin síðani 1942, er endaður.

Og tað er alt takkað verið vágbinginum Arnfinni Thomassen, sum hevur sett sær fyri at finna útav hvør maðurin var, sum bleiv grivin har í bygdini í juni 1942.

Arnfinnur fann fram til, at tað er sannlíkt at maðurin í grøvini er John Henry Nicholls, sum var við Bromeliu sum gekk burtur um okkara leiðir hetta árið. Og gjøgnum enskar miðlar hevur hann eftirlýst familjuni hjá manninum. 

Les eisini: Hugtakandi søga um deyðan sjómann í Vági vekir ans uttanlands

Og nú hevur so abbadóttirin hjá enska sjómanninum latið við seg koma.

Við Grimsby Telegraph sigur Christine Paris seg vera sera fegna um, at familjan nú við stórari vissu kann siga, hvat varð av abbanum.

- Vit eru eisini sera takksom fyri, at grøvin hjá honum hevur verið eftirhugd og hampað øll hesi árini, sigur hon og leggur afturat, at hóast abbi hennara var tann einasti sum bleiv funnin, so er grøv hansara í veruleikanum eitt minnismerki fyri allar sum vóru við Bromeliu.

Les Grimsby Telegraph her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo