Men ivasom døming hevði helst givið fleiri mál í dystinum.
Helst átti United eini tvey brotsspark og Newcstle eitt.
Beint eftir hálvleik setti Ronaldo bóltin í netið eftir eitt fríspark. Men tí var dómarin ikki samdur í og annulleraði málið.
Beint áðrenn dysturin endaði høvdu bæði Fred og Marcus Rashford stórar møguleikar at tryggja ein heimasígur.
Joelinton kundi eisini havt skorað, tá ið hann stútaði bóltin fyrst á tvørliggjaran og síðani returin á stongina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo