StÍF: StÍF og Malene Madsen hava gjørt avtalu um, at hon fer at spæla við besta kvinnuliðnum hjá StÍF komandi kappingarár.
Malene er 23 ár og strikuleikari. Hon hevur tey seinastu tvey kappingarárini spælt við Stjørnuni. Áðrenn hetta leikti hon í trý ár við danska felagnum Skovbakken. Hon er útbúgvin fysioterapeutur. Avtalað er við Malene, at hon verður fysioterapeutur hjá barna-og ungdómsliðunum, og fer hon eisini at vera hjálparvenjari hjá gentuliðum.
Um nýggja samstarvið við StÍF sigur Malene:”Eg eri spent til ein nýggja avbjóðing, og eg vóni, at eg kann gera mun á liðnum. Eg gleði meg at koma í gongd og at læra kvinnuliðið og fólkini í StÍF at kenna.”
Dan M. Jürgensen, høvuðsvenjari hjá kvinnuliðnum, sigur um Malene:”Vit eru stolt av, at Malene hevur valt at halda fram á hennara hondbóltsleið hjá StÍF. Hon verður við til at stabilisera verjupartin og eisini fer hon at geva eina eyka dimensión til álopsspælið. Eg eri sera spentur at arbeiða saman við Malene við at menna víðari hennara álopsdygdir sum strikuleikari.”
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo