Malaysia fer aftur at leita eftir Malaysia Airlines-flogfarinum MH370, sigur flutningsmálaráðharrin sambært Reuters.
Tað eru yvir tíggju ár síðani flogfarið hvarv.
Hvat ið hendi við flogfarinum verður mett sum størsta gáta í søguni hjá flogferðsluni.
Tað vóru 227 ferðafólk og ein manning á tólv umborð á flogfarinum, sum hvarv einastaðni millum Kuala Lumpur og Beijing 8. mars 2014, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo