Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Virðing og kærleiki til einstaka menniskjað má setast framum asfalt, betong, skrivstovuveldi og egin áhugamál!

Veik, óhjálpin, heimleys, sjúk og fátøk verða raðfest og tryggjað, so ongin dettur niðurímillum

Hjartað verður sett fremst í samskiftinum við borgaran. Kommuna er fyri ØLL og má rúma ØLLUM!

Ein beinleiðis linja verður sett á stovn, sum tryggjar, at borgarin fær fatur á kommununi og verður hoyrdur- og vegleiddur í ivamálum.


Kommunan tryggjar ókeypis sálarfrøðihjálp til borgarar sínar undir 15 ár, sum ikki fáa hesa goldna av skipan landsins.

Kommunan tryggjar, at ongi ung ella børn verða send av landinum í fremmand lond og umhvørvi vegna aðrar enn lívshóttandi orsøkir!

Kommunan virkar við í yvirtøkuni av Norðurlandahúsinum á føroyskar hendur, útbygging av hesum til Tjóðleikhús og bygging av Parkeringshøll undir tí nýbygda.


Barnafrádrátturin hækkar eyka fyri hvørt barnið, fleiri enn tvey.

Frítíðarkort verða veitt børnum og ungum at brúka til tænastur í kommuni, t.d. svimjihøll, bókasavn, ítrótt, tónleik, skóta v.m.

Starvsfólk á barnamenningarøkinum skulu kunna arbeiða 30/70, tvs. at  30% er “egintíð” og 70% av tíðini er saman við børnunum.

Tað eiga ikki at verða fleiri enn 4 børn í aldrinum 1-3 ár pr. vaksin í vøggustovum/dagrøkt.

Viðgerðar- og sosialir stovnar skulu veita menniskjaligt uppmerksemi, nærveru og áhuga heldur enn sissandi og bindandi heilivág.


Skipanin “Barn” skal veitast út og tillagast føroysk viðurskifti, so at tilmelding av børnum til dagstovnar gerst smidligari.

Børn, sum bera brek ella hava serligan tørv, hava rætt til serkøna vegleiðing, stuðul og hjálp, frá føðing og so leingi tørvur er á tí.

Hjálpartólamiðstøðin skal fáast at virka! Bíðitíð frá mánaðum til ár, meðan hin sjúki situr sum fangar í egnum heimi, verður ikki góðtikin.

Rørslutarnaði í rullistóli, sum í dag ikki fáa umlætting, tí lyftir á stovnum ikki virka, fáa tryggaðan hendan rætt!

Hitastigini í svimjihøllini skulu hækkast, so at børn trívast í hyljunum. Um so er, at nýggja svimjuhøllin er eins køld sum núverandi, skal hetta broytast.


Virka verður fyri sosialum íbúðum við leigugjaldi svarandi til inntøku.

Allar grundleggjandi útbyggingar og tørvir mugu fylgja við vaksandi fólkatalinum.


Virkishús og ungdómstilboð fyri ung mugu staðsetast í lokaløkjunum.

Nærdemokratið verður ment við borgarafundum í lokaløkjum.

Smábygdirnar í kommununi mugu hoyrast og tryggjast.


Stuðul verður veittur Sjósavninum til ætlaðu útbyggingina.

Kommunan má hava eitt djóraherbergi við atknýttum djóralækna.

Valevnini fyri Miðflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu:

Anna Margretha Otthamar, toymisleiðari
Jens Knudsen, tónleikalærari
Jenis av Rana, lækni
Kári Arge Kamminga, arbeiðsmaður
Matilda Sivertsen, kosmetolog
Nikkel Heinesen, námsfrøðingur
Rani A. Skaalum, lærari
Vilhelm Hendrik í Skálanum, sølumaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo