Í morgin og verða samráðingarnar millum strandaríkini tiknar upp aftur, har ætlanin er at koma víðari í samráðingartilgongdini at býta makrelin millum strandaríkini.
Samráðingarnar eru í London mánadagin og týsdagin og londini sum eru í London hesar báðar dagarnar eru Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg.
Samráðingarnar millum strandarríkini um makrelin eru undir bretskum formansskapi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo