Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið: Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur í seinastuni saman við VØRN givið út tvey yvirlit um, hvør eigur fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað og býtt.

Endamálið við útgávunum er at tryggja størri gjøgnumskygni í fiskivinnuni. Sum liður í hesum hevur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið nú gjørt eitt ískoyti, sum gevur yvirlit yvir, hvørjar makrelkvotur eru latnar til heimaflotan. Yvirlitið vísir støddina av makrelkvotuni til heimaflotan í 2023, 2022 og 2021, hvussu makrelkvoturnar til heimaflotan eru býttar, og hvørji skip hava fiskað kvoturnar.

“Vit hava í Føroyum eina skipan, har ein avmarkaður skari av fiskiførum hava brúksrættindini til okkara felags tilfeingi til láns, og av somu orsøk hevur tað almennan áhuga, at borgarar og onnur á ein einfaldan hátt kunnu fáa neyvari innlit í fiskivinnuna. Hetta nýggja yvirlitið yvir makrelkvotur til heimaflotan er ein liður í tí”, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Yvirlitini “Fiskirættindi” og “Ognaryvirlit” liggja á heimasíðuni hjá Vørn www.vorn.fo undir snarleiðir.

Yvirlitið “Makrelkvotur til heimaflotan” liggur á heimasíðuni www.fisk.fo undir Kunning / Frágreiðingar og álit.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo