Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Dømi um prøva við makreleggum á ymsum búningarstigum

Nøgdin av makreleggum, avmyndað sum sirklar. “x” merkir, at einki makrelegg varð funnið. Bláir ferningar vísa trolstøðir. Litirnir á myndini vísa vatnskorpuhita, máldan við fylgissveini vikuna frammanundan, kanningarnar byrjaðu. Makrelur gýtir vanliga ikki í sjógvi kaldari enn 6° C, og tað sæst eisini á myndini, at fá/eingi egg eru, har vatnskopuhitin liggur niður móti 6° C.

Havstovum: Í mai kannaði Jákup Sverri makrelgýting á leiðunum sunnan og vestan fyri Føroyar. Flest makrelegg vóru at síggja fram við hellingini á europeiska landgrunninum, og annars sunnarlaga í kanningarøkinum. Í grunnu økjunum á føroyska landgrunninum vóru millum fá og eingi egg at síggja (Mynd 1).

Seinast makrelgýting var kannað kring Føroyar var í 2019, og tá vórðu munandi færri egg í økinum. Tó at kanningarøkið ikki er tað sama, so bendir hetta á, at nøgdirnar av makreleggum kring Føroyar eru størri í 2022 enn í 2019.

Kanningin hjá Jákup Sverra var partur av felags kanningum, sum verða gjørdar triðja hvørt ár í havøkinum frá Biskayavíkini og norður til Føroyar í tíðarskeiðnum februar til juli. Umframt Føroyar luttóku Danmark, Niðurlond, Írland, Noreg, Portugal, Skotland, Spania, Stóra Bretland og Týskland.

Ein samlað meting av makrelgýtingini verður gjørd í august, har úrslitini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd. Tí ber ikki til at siga enn, hvat føroysku úrslitini merkja fyri makrelstovnin.

Túrfrágreiðing kann lesast her.

Nøgdin av makreleggum, avmyndað sum sirklar. “x” merkir, at einki makrelegg varð funnið. Bláir ferningar vísa trolstøðir. Litirnir á myndini vísa vatnskorpuhita, máldan við fylgissveini vikuna frammanundan, kanningarnar byrjaðu. Makrelur gýtir vanliga ikki í sjógvi kaldari enn 6° C, og tað sæst eisini á myndini, at fá/eingi egg eru, har vatnskopuhitin liggur niður móti 6° C.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo