MEST: Nú makrelfiskiskapurin byrjaði ein mánaða fyrr enn vanligt er – var sera nógv fyrireikandi virksemi á Oyrareingjum leygardagin. MEST stóð fyri mátingum av pelatrekkinum hjá 5 uppisjóvarskipum – har eitt kom inn og annað fór út.
Allan leygardagin á tamb og út á sunnunáttina komu skipini kropp á kroppi og fingu gjørt mátingar av pelatrekkinum, sum jú er avgerandi fyri góðan rakstur og samskipan av makrelfiskiskapinum úti á feltinum.
Mátingin av pelatrekkinum fór fram á tann hátt, at veirar vóru spentir frá skipunum og festir í pullartarnar á bryggjuni.
Síðani setti skipið á í stigum fyri at royna pelatrekkið við ymsum vaksandi belastningi á motorinum. Fyri at halda eina beina kós lá Pressarin hjá MEST og trýsti á síðuna á skipinum.
Skipini, sum fingu mált pelatrekkið leygardagin, vóru Tróndur í Gøtu, Gøtunes, Høgaberg, Tummas T og Finnur Fríði. Skipini fóru beina kós eystureftir á makrelfeltið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo