Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað var at fegnast um, tá tað seint í síðstu viku byrjaði at frættast, at Tummas T hevði fingið nógvan makrel í føroyskum sjógvi.

Tá jn.fo skrivaði nakrar reglur leygarmorgunin um, at skipið hevði landað 1.000 tons á Tvøroyri eftir at hava fiskað í tvey samdøgur í føroyskum sjógvi, so havi eg hitt fleiri, sum hava nevnt hetta sum eina sera gleðiliga støðu, og eg havi eisini sæð nakrar viðmerkingar um hetta á sosialum miðlum.

Men tað eru nokk eisini fleiri, sum ikki ordiliga skilja, hví ein einstøk last av fiski blívur nakað, sum nógv leggja til merkis.

Orsøkin er heilt einfalt, at tað í summar ikki hevur gingið sum tað plagdi seinnu árini at fiska makrel í føroyskum sjógvi.

Prátið hevur gingið millum fólk, og summir miðlar hava havt greinar, sum hava nevnt hesar óvanliga smáu lastirnar av makreli, sum eru blivnar landaðar.

Boðskapurin frá sjófólkunum er greiður. Okkurt er broytt. Makrelurin stendur spjaddur og onki skrásikkurt svar er komið enn um hví støðan er so.

Tað er orsøkin til, at gleðin um lastina hjá Tummas T verið so stór, men tað er tíverri ikki nógv, sum bendir á, at støðan er broytt grundleggjandi. Tað er sera lítið av makreli at fáa í løtuni, men kanska verður okkurt at fáa í norskum sjógvi komandi tíðina. Gott føroysk skip hava atgongd at fiska har nú, fái eg hug at siga.

Men tað eru ikki bara søgurnar um einstakar lastir, sum vísa, at okkurt er broytt.

Tølini fyri, hvat kemur upp úr sjónum eru sera nógv øðrvísi frá undanfarnum árum.

Hyggja vit at tølunum frá í fjør til í ár, so vóru fram til 29. august í 2023 upp ímóti 103 túsund tons av makreli veidd í føroyskum sjóøki, meðan talið fyri í ár til sama dag strekkir seg upp á 11 túsund tons.

Tað er eitt landingarvirði á umleið 110 milliónir krónur heldur enn góða milliard krónur, um vit seta eitt varligt tal á eftir dagsins makrelprísum.

Tað eru fleiri viðurskifti, sum gera, at minni er veitt í ár enn í fjør, men tað er heilt greitt eisini avgerðandi, at makrelurin í øllum førum hevur verið spjaddur, um tað ikki er minni til eisini.

Eitt av hinum viðurskiftunum er til dømis, at øll skipini í fjør fingu atgongd at veiða makrelkvotu, sum ikki hevði verið veidd seinastu árini, og tí var meira roynt eftir makreli enn onnur ár.

Hetta vóru umleið 54.000 tons av makreli við einum landingarvirði á runt roknað hálva milliard í dagsins prísum, sum tað ikki var eydnast at fiska í 2022, og tað tíbetur fyri allar partar eydnaðist at veiða í fjør. Ikki minst tí hesi nógvu tonsini høvdu verið mist, um mann ikki veiddi tey, áðrenn avtala varð gjørd við Noreg og Bretland.

Hjá Havstovuni er íkomna lívfrøðiliga støðan ikki óvæntað. Tað hava verið ábendingar um, at gamla mynstrið hjá makrelinum kanska fór at koma aftur í eina tíð, og í fjør var boðskapurin rímiliga greiður: Útbreiðslan av makreli er minkað. Hann er minni í grønlendskum og íslendskum sjógvi.

Og í hesari vikuni var boðskapurin enn greiðari um støðuna hjá makrelinum: Hann er at finna í færri støðum. Mongdirnar til samans eru minni. Mongdirnar í føroyskum sjógvi eru minni, og hann er meira í norskum sjógvi.

Mín vón er, at tað vendir nú, og at makrelurin aftur í enn størri mun fer at støðast í føroyskum sjógvi, so vit kunnu stríðast við hini strandalondini út frá tí veruleikanum.

Men løtumyndin og lívfrøðiliga ráðgevingin siga, at vit skulu vera sera fegin um, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kom til, at restkvotan skuldi fiskast í fjør og at avtala nú er gjørd okkara týdningarmestu grannar um viðurskiftini fyri í ár og komandi árini, so vit eru vís í, at vit hava bestu fortreytir at veiða makrel, tá makrelur er at fáa, og at føroysk skip enntá kunnu fiska hann, tá prísurin er frægast.

Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo