Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Røðarar á Vaglinum í Havn í ár verða Suni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, Karin Kjølbro, fyrrverandi løgtingskvinna, og Marius Rein, fyrrverandi løgtingsskrivari.

Men visti tú, at hetta haldið nú er vorðið drúgv siðvenja?

1962 var árið, tá 1. maidagshald varð hildið fyrstuferð í Havn.

Dagblaðið skrivaði undan haldinum, at “útifundur verður á Vaglinum, har stuttar røður verða hildnar.” Blaðið boðaði eisini frá, at altjóða arbeiðarasangurin fór at verða sungin. Hann hevði M. S. Viðstein føroyskað longu í 1915.

Nakrar dagar seinni tók Dagblaðið saman um hátíðarhaldið og greiddi frá, hvør hevði hildið røðu á Vaglinum, og at Havnar Hornorkestur hevði staðið fyri tónleikaliga innihaldinum.

Meira kann lesast á síðuni hjá Havnar Arbeiðarafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo