Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Útlendingar fóru við fyrrverandi føroyska havrannsóknarskipinum, Magnusi Heinason. Magnus er seldur til eitt felag í Kroatia, sum ætlar at brúka skipið til ferðamannaskip. Tað upplýsir Eilif Gaard á Havstovuni fyri VP.

- Fleiri fyrispurningar komu, eisini úr Føroyum, men tá avtornaði kom bara eitt ítøkiligt boð, og tað var frá teimum, sum nú hava keypt skipið, sigur Eilif Gaard.

Hann vil ikki upplýsa prísin.

Handilin er gjørdur við tí fyrivarni, sum altíð er tá skip verða handlað, og tað vil fyrst og fremst siga, at skipið skal upp til botnkanningar. Tað verður gjørt á Skála í næstum.

Sama reiðarí sum nú hevur keypt Magnus Heinason til ferðavinnuendamál hevur áður keypt skip úr Føroyum til sama endamál. Tað var trolarin Research.

Magnus Heinason stóð á sølulista í umleið eitt hálvt ár. Tað tíðina hevur hann fyri tað mesta ligið við bryggju í Vestmanna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo