Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Talvsambandið: Tap er í hendi hjá norska heimsmeistaranum í talvi, Magnus Carlsen, nú fyrsti HM-finaludysturin í sonevndu Fischer-random talvkappingini er fyri í Noregi. Eftir annan av trimum finaludøgum hevur mótstøðumaðurin Wesley So úr USA vunnið sær so trygga leiðslu, at tað skal eitt ódnartak hjá Carlsen til fyri at vinna, tá kappingin endar í morgin leygardagin.

Wesley So, sum ættaður er av Filipsoyggjum, men býr í USA, og stendur nummar tólv á heimsstyrkilistanum í vanligu klassisku standardtelvingini, hevur tikið allan talvheimin á bóli í finaluni í Noregi. Støðan í dystinum, nú tey fýra drúgvu kviktalvini eru avgreidd, er 10½-1½ til So.

Fischer-random telving er eitt slag av alternativari stuttleikatelving. Tunga talvfólkið stendur ikki frá byrjan soleiðis sum vanligt er í talvi. Øll talvteori og hevdvunnar strategiskar siðvenjur eru tí at kalla settar úr gildi. Alt er á ein hátt nullstillað, og telvað verður mest eftir gehør.

Í morgin endar finaludysturin við fýra vanligum kviktalvum, tá hava telvararnir fimtan minuttir í part til hvørt talvið. Til endans vera fýra snartalv, tá fimm minuttir eru í part til hvørt talvið. Í gjár og í dag høvdu telvararnir hálvan tíma í part til hvørt talvið. Trý stig fingust í gjár og í dag fyri vunnið talv, og hálvtannað stig fyri javnleik. Í morgin leygardagin eru tvey stig at fáa fyri vunnið talv og eitt fyri javnleik í kviktelvingini. Í snartelvingini fæst eitt stig fyri vunnið talv og eitt hálvt fyri javnleik. Magnus Carlsen hevur tí framvegis ein møguleika at vinna finaludystin, men tá skal alt ganga upp í eina hægri eind.

Byrjað verður at telva klokkan 16:30. Norska sjónvarpið sendir frá talvfinaluni.

EM-drama
Samstundis sum HM-finalan í stuttleikatelving - um vit so kunnu siga - fer fram í Noregi, verður tíðliga í morginári farið undir dystirnir í níggjunda og seinasta umfari í EM-kappingini fyri landslið í talvi í Batumi í Georgia.

Stórur spenningur er fyri seinasta umfar. Tað stendur á jøvnum í oddanum millum Ukraina og Russland, sum hava trettan dystarstig hvørt. Í hølunum á teimum á triðja plássi er Ongland við tólv stigum. Síðani hava Armenia, Týskland og Kroatia ellivu stig. Tvey stig eru at vinna fyri vunnan dyst og eitt fyri javnleik. Í øðrum lagi telja borðstigini.

Russland var á odda fyri næstsíðsta umfar í dag, men mátti sættast við javnleik 2-2 móti Onglandi. Á fyrsta borði hjá Russlandi var tann vælleikandi Dmitri Andreikin fyri sínum fyrsta ósigri í kappingini. Hann hevði fimm stig eftir seks dystir, men tapti í dag fyri Michael Adams, sum í nógv ár hevur verið stinnasti telvarin í Bretlandi.

Toppdystirnir í morgin eru hesir: Ukraina-Kroatia, Russland-Poland og Ongland-Týskland. Av norðurlondum er Svøríki nú nummar fimtan í røðini, Danmark nummar 26, Norra 29,  Finnland 30 og Ísland nummar 35. 40 lond eru umboðað í EM-kappingini.

Fyrstu leikirnir í síðsta umfari verða longu fluttir klokkan sjey leygarmorgunin. Til ber at fylgja við leik fyri leik á hvørjum borði í hvørjum dysti á netinum.

Leinkið sæst her: http://www.euro2019.ge/www.euro2019.ge/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo