Norski heimsmeistarin í talvi Magnus Carlsen vann í dag á kinesiska mótstøðumanninum Ding Liren í hálvfinaluni í “netkappingini” sum verið hevur seinastu dagarnar.
Carlsen reisti seg harvið eftir tapið móti Liren hósdagin.
Fýra kviktalv vórðu aftur í dag telvað millum nr 1 og nr 3 í heiminum.
Og tað leikaði hart á.
Feilirnir vóru nógvir og tað gjørdi ikki undirhaldið og spenningin minni.
Fyrsta talvið endaði javnt. Liren vann annað talvið og so lá trýstið á heimsmeistaranum.
Men Carlsen vann tey tvey seinastu talvini og skal telva finalu mánadagin móti amerikanaranum Hikaru Nakamura.
Nakamura vann í dag hina hálvfinaluna eftir umdyst móti landsmanni sínum Fabiano Caruana.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo