Magni Laksáfoss, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag, eftir innbjóðing frá Miðnámsskúlanum í Suðuroy, verið á vitjan í Hovi og í Vági.
Næmingarnir á miðnámsskúlanum vildu hava Magna at greiða frá uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um eina fiskivinnunýskipan, sum alment varð lagt fram 28. november í 2016. Uppmøtingin var góð, hóast tiltakið var eftir skúlatíð.
Eisini fekk hann høvið at vitja Pálshøll í Vági og síggja sera áhugaverdu Marghøllina í Vági.
Teir, sum skipaðu fyri ferðini og tiltakinum vóru Tummas í Dali og Sjúrður Ferjá, báðir lærarar á Miðnámsskúlanum.
Sambandsflokkurin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo