Mánadagin kl. 16 verður 1. Mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna. Røðarar verða tey trý, Magna Eliana Mørkøre, sjúkrarøktarfrøðingur
Øssur er journalistur, hevur verið næstformaður í Starvsmannafelagnum og í Miðlafólkafelagnum, var tíðindaleiðari í sjónvarpinum, seinastu árini arbeitt mest sum fríyrkisjournalistur.
Magna er sjúkrarøktarfrøðingur á eldraøkinum í VEKS og hevur master í heilsuvísindi.
Marita er fiskivinnufrøðingur, var stjóri í Vinnuhúsinum í nógv ár og er nú stjóri á Havstovuni.
Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og Tjóðsangin. Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður Vestmanna Arbeiðarafelags.
Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum beint við.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vit sum fyriskipa eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo