Í 2018 keypti Magn 70% av partabrøvunum í Demich. Nú hevur Magn keypt restina av partabrøvunum. Yvirtøkan er liður í miðvísa arbeiðinum hjá Magn at gerast týdningarmikil leikari í grøna orkuskiftinum.
Demich hevur seinastu mongu árini verið førandi innan varandi orkuloysnir. Avtala er gjørd við gomlu eigararnar um at halda fram í fyritøkuni, og tí heldur raksturin fram óbroyttur. Bjarne Hansen, ið var partur av gomlu eigarunum, er nýggjur stjóri í fyritøkuni. Við yvirtøkuni er ætlanin eisini at knýta feløgini tættari saman.
Saman við stóra frambrotinum við nýggju vindmyllunum í Flatnahaga, er yvirtøkan av Demich partur av framhaldandi arbeiðinum at fremja tað grøna orkuskiftið. Hetta veri seg bæði í framleiðslu og serliga tá húsarhaldum viðvíkur. Magn vil við hesi stigtakan gera sítt til at røkka setninginum um varðandi orku á landi.
Finn Jakobsen, stjóri í Magn, fegnast um yvirtøkuna og metir virksemið hjá Demich hava stóran leiklut í strembanini eftir at røkka orkuskiftinum, ið Magn hevur sett sær fyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo