Partafelagið Magn hevði 32 mió kr í vinningi í fjør, sum er 16 mió kr minni enn árið fyri.
- Minni søla til útlendsk skip er ein partur av orsøkini, og so eisini tað, at í 2022 hevði felagið munandi vinning frá sølu av fastari ogn, skrivar leiðslan í frágreiðingini.
Sølan var tilsamans 1.060 mió kr ímóti 1.493 mió kr í 2022.
Magn rekur 10 bensinstøðir kring landið og veitir olju til skip og bygningar, umframt at Magn eisini veitir grønar orkuloysnir gjøgnum dóttirfeløg.
Leiðslan væntar, at rakstrarvinningurin í ár verður áleið tann sami sum í fjør, tó at tað er trupult at meta um.
Finn Jakobsen er stjóri í Magn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo