Ársúrslitið hjá Magn i fjør gjørdist 44,3 mió kr. eftir skatt. Hetta er ein hækking uppá 12,7 mió kr sammett við úrslitið árið fyri, og besta úrslitið í søguni hjá felagnum.
Sølan var tilsamans 893,5 mió. kr. ímóti 667,3 mió. kr. i 2020.
Leiðslan er væl nøgd við úrslitið, sigur hon í frágreiðingini.
Um ársskiftið fekk Magn nýggjar eigarar, tá partafelagið Orkufelagið keypti partabrøvini frá íslendska felagnum Skeljungi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo