Í mars er tað Magda Guttesen ið sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági.
Magda er 51 ár og útbúgvin heilsurhjálpari. Magda hevur tikið myndir seinastu seks árini og er freelance fotograftur.
Henni dámar væl at taka nattúrumyndir, portrætt og arbeiðir við kreativitetinum í sjálvum myndunum.
Seinastu tveir vetrarnar hevur Magda gingið til málningalist á kvøldskúla hjá Poul Skarðenni.
Magda heldur tað verða sera gevandi fyri seg, bæði at mála og taka myndir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo