Minni eftirspurningur ger, at úrslitið og sølan triðja ársfjórðing bert var ein viðfáningur av tí sum tað plagar, og tí hevur stóra danska reiðaríið boðað frá.
Sølan var 12 mia us dollarar triðja ársfjórðing í ár ímóti 23 mia sama tíðarskeið í fjør. Úrslitið tódnaði úr 8,8 mia dollarum í fjør til 489 mió dollarar í ár.
Mærsk hevur longu minkað starvsfólkahópin, og fer at halda fram at gera tað.
Tá árið byrjaði arbeiddu 110.000 fólk hjá Mærsk, tey eru nú komin niður á 103.000, skrivar finans.dk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo