Stutt fyri klokkan 9 í morgun komu boð um, at ein maður hevði fingið eina lúku í høvdið umborð á Baki, sum var staddur á fiskileið eystanfyri Føroyar. Maðurin hevði fingið so mikið álvarsligan skaða, at hann mátti undir læknahond.
Bakur fór at sigla ímóti landi og tyrlan hjá sjúkraflutningstænastuni fór at flúgva ímóti Baki.
Bjargingin gekk væl og um hálvan annan tíma eftir at boðini vóru komin var bjargingin liðug.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo