Løgregla: Føroya Rættur hevur í dag dømt í málinum um grooming, har íalt 16 føroysk børn millum 10 og 17 ár hava verið fyri kynsligum ágangi á internetinum.
Ein 58 ára gamal maður er í Føroya Rætti dømdur 1 ár og 9 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri kynsliga misnýtslu av børnum. Misnýtslan er framd á fleiri sosialum miðlum. Tað er serliga farið fram á Snapchat, men tó eisini á TikTok og F3.
Maðurin fekk eisini eitt tíðaróavmarkað kontaktforboð, sum er forboð fyri, gjøgnum internetið ella tílíka skipan, at royna at fáa samband við børn undir 18 ár.
Bæði dømdi og ákæruvaldið hava nú 14 dagar at kæra dómin.
Maðurin situr framhaldandi í varðhaldi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo