Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í nærum eitt ár segði australski Muhammad Zain Ul Abideen Rasheed at hann var ein ung, kvinnulig YouTube-stjørna.

Á tann hátt fekk hann samband við yvir 280 offur í fleiri londum, sum hann lokkaði til at senda kynsligt innihald gjøgnum Instagram.

Síðani noyddi hann tey til at senda uppaftur meira. Meginparturin av ofrunum vóru ung, og fleiri teirra stríddust við sálarligar trupulleikar.

Nú er Muhammad Zain Ul Abideen Rasheed dømdur 17 ára fongsulsrevsing fyri tað, sum avstralskir myndugleikar kalla ”ringasta sextortiónsmálið í søguni”.

- Tann miskunnarleysa vanvirðingin, sum hesin maðurin hevur víst sínum offrum, og teirra neyð, eyðmýking og ótta, ger hetta til eitt av teimum mest ógvusligu sextortion málunum, sum nakrantíð eru ákærd í Avstralia, sigur avstralski løgreglumaðurin, David McLean, sambært BBC.

Sambært avstralsku løgregluni, AFP, í eitt tíðarskeið uppá 11 mánaðir frá 2018 til 2019, sýndi Muhammad Zain Ul Abideen Rasheed seg sum ein kendan, kvinnuligan, ungan YouTubara og skrivaði til 286 fólk úr 20 ymiskum londum.

Tvey av trimum teirra eru yngri enn 16 ár, skrivar BBC.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo