Hjaltur Poulsen úr Klaksvík hevði eina ótrúliga uppliving í gjár, tá hann var á floti.
- Knappliga kom ein kópur har, og tað var sum um hann vildi koma umborð til mín, sigur Hjaltur Poulsen við VP, sum við loyvi frá honum vísir til uppslagið á facebook.
Tað var ein flokkur av mastrahvalum, sum vóru eftir bangna kópinum, sum var umleið ein hálvan tíma hjá Hjalturi.
Mastrahvalur jagstrar ofta kóp, sum honum dámar væl at eta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo