Í morgin gul fyrst av útsynningi, seinni landnyrðingi, turt og sólin sær, hitin um dagin upp í 11 stig, um náttina niður í 7 stig.
Týsdagin melur hann av ymsum ættum, sólin sær, hitin 7-9 stig.
Mikudagin lot av útsynningi, sólin sær, hitin um 9 stig.
Hósdagin frá útsynningi til landsynning, samdrigið men turt fyri tað mesta, hitin um 10 stig.
Fríggjadagin verður samregn, ættin verður ímillum eystan og sunnan, fyrrapartin ella tíðliga um morgunin upp í hvassan vind, seinapartin makar hann vindin, tað slítur í og sólin kemur fram, hitin 10-11 stig.
Næsta vikuskifti verður fyrst sól og stilli, sunnudagin meira vindur av landsynningi og regn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo